Talið av skrásettum tilburðum av Covid-19 i Brasilia er nú farið framvið tveimum milliónum. Tað hendir eftir, at yvir 45.000 nýggir tilburðir eru skrásettir seinasta samdøgrið. Tað vísa nýggjastu tølini frá heilsumyndugleikunum í landinum sambært Reuters.
Tann 20. juni fór talið av smittaðum í landinum framvið einari millión, og nú minni enn ein mánað seinni er samlaða talið av smittaðum farið framvið tveimum milliónum.
Tilsamans eru 2.012.151 skrásettir tilburðir av korona í Brasilia, meðan 76.688 hava latið lív við smittuni í landinum. Tað er einans USA, ið hevur skrásett fleiri tilburðir av Covid-19 enn Brasilia.
---
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald