Í løtuni regnar av grimd í Queensland í Avstralia, og túsundatals fólk hava verið noydd til at fara frá heimi sínum vegna vatnflóð.
Skúlar eru oyðilagdir, og nógvastaðni mangla fólk streym.
Í býnum Townsville ávara myndugleikar um ormar og krokodillur í gøtunum, av tí at vatnflóðið skolar djór úr vøtnunum og inn í býin.
Og sambært DR er meira regn og vindur ávegis til Queensland.
Townsville er harðast rakt av hesum, og seinastu vikuna hevur býurin fingið meira enn ein metur av avfalli, hetta er tjúgu ferðir so nógv regn, sum tey í miðal plaga at fáa á hesu árstíðini.
Sambært lokalu myndugleikunum hava tey ongantíð sæð nakað líknandi áður, og er hetta møguliga mesta regnið, tey hava havt í næstan hundrað ár.
Ógvusliga regnið kemur eftir ein metheitan januar mánaða. Seinasta mánaðan hevur miðalhitin nevniliga verið yvir 40 stig.
Myndugleikarnir heita á fólk um at halda seg innandura so vítt gjørligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald