Uttanlands

Yvirgangsmaðurin í Ný Sælandi ætlaði at leypa á enn eina mosku

Løgreglan í Ný Sælandi sigur, at Brenton Tarrant ætlaði at leypa á enn eina mosku

Mynd: TRT World

Mynd: TRT World

2019-03-20 13:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Brenton Tarrant, sum verður skuldsettur fyri at hava framt yvirgangsálopið í Ný Sælandi fríggjadagin, ætlaði at leypa á enn eina mosku. Tað sigur løgreglustjórin í Ný Sælandi, Mike Bush, við tíðindastovuna AP.

Løgreglan sigur, at Tarrant var á veg til triðju moskuna, tá løgreglan steðgaði honum.

Løgreglan sigur seg vita hvar Tarrant var á veg, men vil ikki upplýsa hetta, tí at kanningararbeiðið enn er í gongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder