Innanlands

Yvirhálaði politibil og misti koyrikortið

Ein bilførari koyrdi heldur skjótt í Kaldbaksbotni í gjárkvøldið og misti koyrikortið treytað

(Vevmynd: Landsverk)

(Vevmynd: Landsverk)

2022-08-26 08:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein bilførari var óheppin í gjárkvøldið tá hann koyrdi skjótt í Kaldbaksbotni. Tí ein av bilunum, sum hann yvirhálaði var ein sivilur politibilur, sum síðani koyrdi aftaná.

Tað vísti seg, at bilførarin ikki setti ferðina niður aftaná yvirhálingina, og koyrdi í miðal 112 km/t á einum strekki upp á ein kilometur.

Hámarksferðin í økinum er 80 km/t, og tí missir førarin koyrikortið treytað. Hann má tískil taka nyggja koyriroynd fyri at varðveita koyrikortið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder