![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað er ikki loyvt at yvirhála í einum tunli og heldur ikki við ein tunnilsmunna. Tann lærupeningin fekk ein bilførari í gjár, tá hann yvirhálaði ein treylara við tunnilsmunnan á veg inn í Eysturoyartunlinum Hvítanesmegin.
Løgreglan hevur nógv vakmyndatól í og við Eysturoyartunnilin, og tískil var lætt at finna fram til rætta bilin, sum varð steðgaður. Hann fekk klipp í koyrikortið fyri yvirhálingina.
Eisini kom fráboðan um eitt lítið ferðsluóhapp í bygdum øki á Morskranesi. Ein bilur fór hálvur út av vegnum, men hvørki persónsskaði ella stórur materiellur skaði var, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald