Innanlands

Yvirháling í Vágatunnlinum kostaði klipp í koyrikortið

Bilførarin ið varð yvirhálaður fekk nummarplátuna við, og løgreglan fekk fatur á tí seka

2019-09-24 09:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er sjálvdan, at tað hendir - fólk vita at tað er ólógligt og vandamikið at yvirhála í einum tunnli. Men løgrgelan upplýsir í morgun, at ein bilførari í gjár varð tikin fyri at gera eina yvirháling í Vágatunnlinum.

Um viðkomandi hevði nógvan skund er ikki vist, men hann valdi so at gera eina yvirháling. Hetta var fyrrapartin í gjár.

Bilførarin í bilinum sum varð yvirhálaður, sá nummarplátuna hjá honum og hann fekk boðað løgregluni frá, ið síðani fekk fatur á bilføraranum, ið yvirhálaði. Hann játtaði seg sekan í yvirhálingini.  

Umframt klipp í koyrikortið fær bilførarin eina bót.

Dagført: 10.08

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder