Mikudagin atkvøddi undirhúsið fyri einum lógaruppskoti, sum skal forða bretsku stjórnini í at taka Bretland úr ES 31. oktober uttan eina skilnaðaravtalu, og seinnapartin í dag atkvøddi yvirhúsið eisini fyri uppskotinum.
Sambært uppskotinum noyðist bretski forsetisráðharrin, Boris Johnson, at fáa loyvi frá tjóðartinginum, um hann ætlar at taka Bretland úr ES uttan avtalu. Fær hann ikki tað, skal hann biðja ES um at fáa freistina útsetta til 31. januar næsta ár.
Nú manglar bara hjá drotningini at skriva undir, áðrenn lógin kemur í gildi.
Uppskotið varð lagt fram av andstøðuni, sum hevur skundað málið ígjøgnum hesa vikuna. Andstøðan fekk stuðul frá 21 konservativum tjóðartingslimum, sum síðani eru vorðin blakað úr flokkinum fyri at atkvøða ímóti stjórnini.
Málið varð skundað í gjøgnum, tí at tingið longu mánadagin fer til hús, av tí at Boris Johnson hevur niðurlagt tingarbeiðið frá mánadegnum og fimm vikur fram.
Hildið verður, at hetta er ein roynd hjá stjórnini at skunda eitt sonevnt no-deal-brexit ígjøgnum uttan, at tingið blandar seg uppí.
Boris Johnson hevur sagt, at hann ynskir nýval, so bretar sjálvir kunnu avgera, hvør skal leiða samráðingarnar við ES og taka bretar úr felagsskapinum - hann ella andstøðuleiðarin Jeremy Corbyn.
Fyri at skriva út nýval, skal Boris Johnson hava undirtøku frá tveimum triðingum av tjóðartinginum, men mikudagin atkvøddi meirilutin ímóti uppskotinum um nýval. Sambært DR, verður málið væntandi tikið upp aftur mánadagin.
Tað er nú meira enn trý ár síðani, at ein meiriluti av bretska fólkinum atkvøddi fyri at fara úr ES, men enn hevur tað ikki eydnast bretska tjóðartinginum at finna eina semju um, hvussu bretar skulu fara úr felagsskapinum.
Skilnaðaravtalan, sum fyrrverandi forsetisráðharrin, Theresa May, hevði fingið í lag við ES, varð vrakað tríggjar ferðir.
Boris Johnson, ið tók yvir eftir Theresu May, hevur lovað, at hann vil royna at fáa eina betri avtalu, men eisini hevur hann gjørt greitt, at hann vil hava bretar úr ES 31. oktober - við ella uttan avtalu. Hetta ynskir meginparturin av andstøðuni ikki, og tí eru tey komin við lógaruppskotinum, sum í dag varð samtykt í yvirhúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald