Mentan

Yvirlit: Hesi vunnu á FMA í kvøld

17 heiðurslønir vóru í kvøld handaðar á ársins FMA, sum var í Norðurlandahúsinum, og sent í sjónvarpinum. Hesi vunnu

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-12 22:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

17 heiðurslønir vórðu handaðar á FMA, sum varð í Norðurlandahúsinum í kvøld, og sent beinleiðis í sjónvarpinum.

Størsta løtan var tá Martin Joensen fekk ársins tónleikaheiður. Hann hevur verið raktur av sjúku, men hevði leitað sær til Havnar kortini. Lógvabrestirnir í salinum søgdu alt.

Hesi vunnu:

Popp og rokk flokkurin

Ársins kvinnuligi sangari
Brimheim

Ársins mannligi sangari
Teitur

Ársins sangur
Hey Amanda - Brimheim

Ársins útgáva
Cazador de Ostras - Teitur

Ársins bólkur ella einstaklingur
Brimheim


Opin flokkur

Ársins sangari ella einleikari
Ernst Remmel

Ársins útgáva ella konsert
Tónlist - Fonetika

Ársins kompositión
Mourner’s Adagio - Óli Jógvansson

Ársins bólkur ella kór
EKA

Ársins videolag
Alt annað enn vanligt - Dania O. Tausen (leikstjóri Maria Tórgarð)

Ársins nýggja navn
Horrse

Ársins framleiðari
Jens L. Thomsen

Ársins húsi
Gonguteigatúnatos hjá Dania O. Tausen (eftir Kirstin Helgadóttir)

Ársins tónleikaheiður
Martin Joensen

Útflutningsvirðislønin
Mahogni Music Publishing (hjá Høgna Lisberg)

Ársins tekstur
Sóleygan hjá Jens Paula Heinesen

Áhoyraravirðislønin
Ester Skála

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder