2022-01-06 06:41

Við útskiftingini sum Fólkaflokkurin hevur gjørt í almannamálum og fiskivinnum málum, er einasta kvinna í landsstýrinum nú horvin. Nú verða tað sjey menn sum skulu stýra landinum.
Teir nýggjastu á listanum eru Árni Skaale, vinnulívsmaður í Klaksvík, og Sólvit Nolsø, fyrrverandi tíðindamaður men seinastu tíðina skrivari hjá Fólkaflokkinum og úr Havn.
Hetta er fyrstu ferð í 18 ár, at eingin kvinna er í landsstýrinum. Í undanfarnu samgongu vóru fýra kvinnur í landsstýrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald