Í vikuni boðaði leiðslan í Fólkakirkjuni frá, at eingin gudstænasta verður innandura jólaaaftan og jóladag. Samstundis læt kirkjan upp fyri at kirkjuráðini og sóknarprestarnir skipaðu fyri styttri gudstænastum uttandura um halguna.
Hetta sum eitt plástur á sárið, nú kirkjuliga lívið í drúgva tíð hevur verið órógvað.
Og tað eru nógvar kirkjur sum hava tikið av møguleikanum.
14:00
Toftir
Við jólatræið hjá Nes kommunu klokkan 14
Prestur hevur prædiku
—
15:00
Havnar Kirkja
Trappan í Vágsbotni klokkan 15
Havnar Hornorkestur spælir til sálmarnar. Uni Næs prædikar
Argja kirkja
AB-vøllurin klokkan 15 - við deyvamálstulki
Vit syngja úr sálmabókaappini lættar jólasálmar, og GHM spælir undir. Bergur D. Joensen boðar jólaboðskapin.
Kollafjørður
Við bátahylin í Kollafirði klokkan 15
Steintóra Gleðisheygg Joensen prædikar
Glyvrakirkja
Niðri við Støð á Glyvrum klokkan 15
Meinhard Bjartalíð prædikar
Eiði
Við Hólman klokkan 15
Jonhard Jógvansson prædikar
Trúboðin
Trubodin.fo klokkan 15
Jólaprædikan, sum Símun Persson Jacobsen skuldi hava í kirkjunum í Sjóvar Prestagjaldi sum video
—
16:00
Hoyvíkar kirkja
Uttanfyri Hoyvíkar kirkju klokkan 16
Theodor Eli Dam Olsen prædikar
Vestmanna
Á Reyða Torginum í Vestmanna klokkan 16
Maria Summers Nolsøe prædikar
Christianskirkjan
Á plenuni við Djúpumýru klokkan 16
Jólaevangeliið, barnavinarlig prædika og tveir sálmar
Miðvágur
Úti á Bakka klokkan 16
Tónleika framførsla og prædika
Sørvágs kirkja
Á Stakka í Sørvági klokkan 16
Inga Poulsen Dam prædikar. Partur av barnakórinum í Libanon syngur
Sandavágs kirkja
Á miðstaðarøkinum klokkan 16
Marjun í Kálvalíð prædikar. Barnakórið í Saron syngur
Húsavík
Við skúlan klokkan 16
Jákup R. Hansen prædikar
—
17:00
Kvívík
Í garðinum á prestagarðinum í Kvívík klokkan 17
Steintóra Gleðisheygg Joensen prædikar
Vágur
Við Minnisvarðan mitt í býnum klokkan 17
Patrick Conway de Neergaard, prestur, lesur jólaevangeliið. Tveir jólasálmar verða sungnir og tónleikaframførðsla verður við Hans Jacob Hjelm og Fríða Sigmundsson
Miðvágs kirkja
Á Tungu, (í Viðalundini) klokkan 17
Marjun i Kálvalíð prædikar. Hornblásarar spæla
—
18:00
Sandur
Uttanfyri kommunuskrivstovuna klokkan 18
Jákup R. Hansen prædikar
—
Um gudstænasta manglar í yvirlitinum omanfyri eru tit vælkomin at senda okkum eitt prei á [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald