placeholder
Innanlands

Yvirlýsing: Politiskt álop á verkfalsrættin

Við avgerðini hjá Helga Abrahamsen er hetta ikki longur ein ósemja millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið, men ein ósemja við øll fakfeløg

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum og Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, uttanfyri Løgtingið fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum og Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, uttanfyri Løgtingið fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-16 15:23 Author image
36 fakfeløg
placeholder

Avgerðin hjá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum at fáa løgtingið at lóggeva sjálvan verkfalsrættin frá Føroya Pedagogfelag, er ein sera prinsipiell avgerð við víttfevnandi avleiðingum fyri allar komandi samráðingar, bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Tí er hetta eitt beinleiðis álop á øll fakfeløg.

Við avgerðini hjá Helga Abrahamsen er hetta ikki longur ein ósemja millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið, men ein ósemja við øll fakfeløg.  

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Vit heita á landsstýrið um beinanvegin at taka uppskotið aftur, og heldur brúka tær fyriskipanir, ið longu eru í sambandi við sáttmálaósemjur.

Undirritaðu fakfeløg kunnu á ongan hátt góðtaka hetta inntriv í verkfalsrættin.

Verður lógaruppskotið hjá landsstýrinum ikki tikið aftur, fara undirritaðu fakfeløg undir at fyrireika stríðsstig.

Starvsfelagið
Heilsurøktarafelag Føroya
Føroya Handverkarafelag
S & K Felagið
Flogskiparafelag Føroya
Musikklærarafelagið
Fysioterapifelag Føroya
Ergoreapifelag Føroya
Havnar Arbeiðarafelag
Bioanalytikarafelagið
Havnar Handverkarafelag
Maskinmeistarafelagið
Kost- & føðslufelagið
Heilsuhjálparafelag Føroya
Føroya Lærarafelag
Akademikarafelagið
Yrkisfelag Miðnám
Farmakonomfelagið
Magistarafelagið
Føroya Verkfrøðingafelag
Føroysk Miðlafólk
Ljósmøðrafelag Føroya
Føroya Pedagogfelag
Byggifrøðingafelagið
Prestafelag Føroya
Samtak
Føroya Arbeiðarafelag
YTF
Føroya Fiskimannafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag    
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Landsfelag Handverkaranna         
Føroya Tekniska Lærarafelag
Búskapar- og Løgfrøðingarfelag Føroya
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder