Innanlands

Yvirtaka pakkhúsið hjá Faroe Ship á Eystaru bryggju

Nýggja havnarlagið á Eystaru bryggju verður væntandi tikið í brúk komandi heyst, og tí er ætlanin, at Faroe Ship, sum hevur leigað pakkhúsið síðan 1990, byggir nýtt pakkhús úti á Skansabryggjuni, sigur Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2021-03-29 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðani Tórshavnar havn lat pakkhúsið á Eystaru bryggju byggja í 1990, hevur tað verið leigað av Faroe Ship. Faroe Ship eigur eisini ein part av pakkhúsinum, sum teir hava umbygt til frystigoymslu.

Upp gjøgnum árini, hevur Faroe Ship gjørt stórar íløgur í pakkhúsið, fyri at tað skuldi lúka krøvini til effektivan flutningshátt.

Nýggja havnarlagið á Eystaru bryggju verður væntandi tikið í brúk komandi heyst, og tí er ætlanin, at Faroe Ship byggir nýtt pakkhús úti á Skansabryggjuni.

Áðrenn Faroe Ship byggir nýtt pakkhús, má greiða fáast á viðurskiftunum í verandi pakkhúsi, skrivar Tórshavnar kommuna. Aftan á samráðingar eru Tórshavnar havn og Faroe Ship samdir um, at eitt hóskandi endurgjald er slakar 4,9 mió. krónur.

Tilmælið frá havnameistaranum var at rinda hesa upphædd, og upphæddin fellur til gjaldingar, tá Faroe Ship eru fluttir í nýggja pakkhúsið á Skansabryggjuni.

Málið varð einmælt samtykt í býráðnum hóskvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder