- Savn við føroyskum kór-evergreens. Aftur at úrvalinum av kendum kórsatsum eru í bókini eisini nøkur kórløg, ætlað afturvendandi árligum høvum, eitt nú kirkjuligum høgtíðum og tjóðskaparligum høgtíðsdøgum. Bókin er í lummastødd og høglig at hava hjá sær.
Soleiðis tekur Bókamiðsølan samanum nýggju føroysku kórbókina 101 kórsangur, ið nú er at fáa.
Tað eru Zacharias Sørensen og Knút Olsen, sum hava lagt savnið til rættis, og Forlagið NÓTAR gevur út.
- Teir flestu sangirnir í bókini eru slíkir, sum í okkara tíð kunnu kallast føroyskir kór-evergreens. Tey, ið hava sungið í kóri farnu hálvu øldina, kenna flestu sangirnar og kunnu syngja teir uttanat, eitt nú á kórstevnum, á Tinghúsvøllinum og úti í Tinganesi á ólavsøku.
Hetta skrivar vp.fo. Ætlanin við útgávuni er millum annað, at sangtilfar kann gerast kórsangarum sum heild ein felags ogn.
101 kórsangur er 248 síður til longdar.
Mynd: bms.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald