Ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij hevur skotið upp, at hann og russiski forsetin, Vladimir Putin kunnu hittast í Jerusalem í Ísrael at samráðast.
Tað boðar hann frá, samstundis um hann takkar ísraelska forsætisráðharranum, Naftali Bennett fyri at bjóða seg fram sum semingsmann.
– Vit eru takksom fyri hansara ískoyti. Fyrr ella seinni kunnu vit byrja samrøðuna við Russland. Kanska í Jerusalem. Tað er rætta staðið at fáa frið. Um tað yvirhøvur er gjørligt, sigur ukrainski forsetin, sum sjálvur er jødi.
Zelenskij hevur fleiri ferðir roynt at fingið ein fund í lag við Putin, og ísraelski forsætisráðharrin hevur undir krígnum seinastu vikurnar fleiri ferðir tosað í telefon við bæði Zelenskij og Putin. Hann hevði eisini ein tríggjar tímar langan fund við Putin á forsetaskrivstovuni í Moskva 5. mars, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald