Uttanlands

Zelenskij: Tað verður eitt vanlukkuligt tap fyri Russland

Tekur Russland seg ikki úr Ukraina verður tapið fyri Russland so stórt, at tað fer at taka fleiri ættarlið, áðrenn russarar eru komnir fyri seg aftur, sigur ukrainski forsetin

Ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij (Mynd: EPA)

2022-03-19 15:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað verður eitt vanlukkuligt tap fyri Russland, um landið ikki tekur hermenn sínar úr Ukraina nú.

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij, sum heitir á allar partar um at seta seg við samráðingarborðið og fáa eina friðaravtalu í lag.

Tað er nærum ein mánaður síðani, at russiska innrásin byrjaði. Samráðingar millum Russland og Ukraina hava verið í gongd í fleiri vikur nú, men eingin teirra hevur flutt seg serliga nógv.

Zelenskij sigur, sambært Ritzau, at tað er tíð at fáa "territoriala integritetin" hjá Ukraina aftur og fáa rættvísi til Ukraina. Hendir tað ikki, fer tapið hjá Russlandi at vera so stórt, at tað fer at taka fleiri ættlarlið, áðrenn landið er komið fyri seg aftur.

Russland krevur, at ukrainska stjórnin formliga viðurkennir Luhansk og Donetsk sum sjálvstøðug øki, umframt at Krim-hálvoyggin, sum Russland hertók í 2014, verður viðurkend sum russiskt øki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder