Ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij niðurleggur virksemið hjá fleiri pro-russiskum politiskum flokkum í Ukraina. Hetta er ein avgerð, sum ukrainska trygdar- og verjuráðið hevur tikið.
Hetta verður galdandi, so leingi undantaksstøða er í Ukraina.
Hetta snýr seg um 11 flokkar, sum sigast at hava samband við Russland.
Tann størsti av hesum flokkunum er OPZZh, sum hevur 44 av 450 sessum í Ukrainska tjóðartinginum.
Inntil 8. mars var næstformaður í flokkinum Viktor Medvedchuk. Hann er vinmaður Vladimir Putin, forseta í Russlandi, sum eisini er gubbi at dóttir hansara sambært altjóða tíðindastovum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald