Uttanlands

Zelenskyj: - Russland eigur at revsast fyri innrásina

Ukrainski forsetin helt røðu fyri ST-aðalfundinum í gjárkvøldið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-09-22 07:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, krevur, at Russland verður ábyrgdað fyri innrásina í Ukraina, og at hetta fær avleiðingar.

Tað segði hann í eini røðu, umvegis videosamband, á aðalfundinum hjá ST í New York.

- Revsing fyri harðskap, revsing fyri at gera seg inn á landamørk og sjálvavgerðarrætt. Reving, ið eigur at halda fram, til altjóða viðurkendu landamørkini eru endurskapt, segði Zelenskyj millum annað og legði afturat:

- Ukraina ynskir frið. Evropa ynskir frið. Heimurin ynskir frið. Vit hava sæð, hvør ið er tann einasti, ið vil hava kríggj. Tað er bert eitt av øllum limalondum ST, ið ynskir kríggj.

Zelenskyj vil hava, at tað verður sýtt Russlandi at atkvøða í altjóða felagsskapum, og at sýtingarrætturin í ST trygdarráðnum verður tikin frá Russlandi.

Zelenskyj vísti á, at hann sær allar royndir frá russiskari síðu um samráðingar, sum eina roynd at hála tíðina út og at Russland fer at brúka veturin til at fyrireika nýggj álop og tilbúgva herin til tey. Men hann heldur eisini, at Ukraina fer at vinna á vígvøllinum:

- Vit fara aftur at vinda ukrainska flaggið á stong í øllum okkara øki. Vit kunnu gera tað við vápnum. Men tað tekur tíð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder