Síðan kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar, hava 23.000 russisk herfólk latið lív.
Tað segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í røðu í nátt, sambært DR.
Russland hevur tó sjálvt bert váttað at hava mist eini 1.300 fólk.
Ukrainski forsetin sigur, at Russland í løtuni fyrireikar álop á eystara partin av Ukraina – í Kharkiv-økinum og Donbas-økinum, har loysingarfólk í Luhansk og Donetsk, stuðlað av russarum, longu høvdu valdið áðrenn kríggið.
Í røðu sínari kom Zelenskyj eisini við einari áheitan til russisku herfólkini um at verða heima og bjarga sær sjálvum.
– Vit vilja heldur, at tú yvirlivir í Russlandi, enn at tú doyrt á okkara jørð, segði hann.
Seinastu vikurnar hava samráðingar verið millum Russland og Ukraina um at finna eina møguliga loysn í stríðnum millum londini, men fríggjadagin segði Zelenskyj, at samráðingarnar vóru í vanda fyri at detta niður fyri, orsakað av drápunum á sivilfólk, sum Russland hevur framt í m.a. Butja.
Les eisini: Lavrov: Ikki geva Ukraina fleiri vápn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald