Uttanlands

Zelenskyj: 31.000 ukrainsk herfólk latið lív undir krígnum

Talið er ikki váttað av óheftum keldum, men hetta er fyrstu ferð, at ukrainski forsetin úttalar seg um, hvussu nógv herfólk hava latið lív í Ukraina

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-02-26 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

31.000 ukrainsk herfólk hava latið lív í krígnum móti Russlandi.

Tað upplýsti ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj um vikuskiftið í sambandi við, at tvey ár vóru liðin, síðan kríggið byrjaði.

Hetta er fyrstu ferð, at ukrainski forsetin úttalar seg um, hvussu nógv herfólk hava latið lív í Ukraina.

– 31.000 herfólk eru deyð í krígnum, segði ukrainski forsetin sambært Ritzau.

– Hvørt einasta av hesum tapunum er eitt stórt tap fyri okkum.

Talið, sum Zelenskyj hevur upplýst, er tó ikki váttað av óheftum keldum.

Í november metti ein sivilur ukrainskur kanningarbólkur, at fleiri enn 30.000 ukrainsk herfólk høvdu latið lív undir krígnum. Nakarar mánaðir frammanundan mettu amerikonsk embætisfólk at talið var nær við 70.000.

Í januar mettu tíðindafólk hjá russiska MediaZona og russiska deildin hjá BBC, at í minsta lagi 42.284 russisk herfólk høvdu latið lív undir krígnum. Russland hevur ikki almannakunngjørt nakrar upplýsingar um hetta.

Sambært uppgerðum frá ST hava í minsta lagi 10.000 sivilfólk latið lív í Ukraina undir krígnum. Harumframt verður mett, at nærum 20.000 sivilfólk eru særd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder