11. og 12. juli verður Nato-toppfundur í Litava. Á fundinum luttaka m.a. leiðarar úr teimum flestu Nato-londunum, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj ætlar sær eisini persónliga at vera til staðar á fundinum.
Tað sigur ukrainski sendiharrin í Litava, Petro Beshta sambært Reuters.
– Tað er ætlanin. Tað fyrsta, okkum tørvar er ein innbjóðing, tí Ukraina er ikki limur í Nato, segði hann, tá hann varð spurdur, um Zelenskyj fór at luttaka á fundinum.
Zelenskyj hevur bert verið á tveimum uttanlandsferðum, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina fyri nærum einum ári síðani. Í desember var hann í Washington D.C., og hendan mánaðin hevur hann verið í London, París og Brússell. Men her er talan um undantøk, tí forsetin noyðist annars at verða verandi í Kyiv.
Ukraina søkti formliga um Nato-limaskap á heysti í fjør, og sambært Bashta er tað vónin hjá Ukraina, at at luttakarar á toppfundin kunnu semjast um, at Ukraina kann gerast limur í Nato, so skjótt sum kríggið er liðugt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald