Tað hevur eydnast herdeildum hjá russarum og pro-russiskum loysingarfólki at taka ræði á eysturukrainska býnum Lysytjansk, sum annars var tann seinasti stóri býurin í Luhansk-landslutinum á ukrainskum hondum.
Tað boðaðu russisku myndugleikarnir frá tíðliga seinnapartin í gjár, men at byrja við varð sagt úr ukrainska verjumálaráðnum, at russarar ikki høvdu fult ræði á býnum. Men tað ásannaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í gjárkvøldið, at teir hava.
Zelenskyj sigur, sambært Ritzau, at hóast herurin er farin úr býnum, merkir tað ikki, at tey hava givið upp.
– Um okkara hernalarleiðarar hava tikið fólk úr ávísum støðum á frontinum, har fíggindin hevur størsta fyrimunin, og hetta er eisini galdandi fyri Lysytjansk, merkir tað bert eitt: At vit fara at koma aftur, sigur hann.
Hetta verður m.a. møguligt, nú Ukraina fær fleiri veitingar við nýmótans vápnum, sigur hann.
Nú Russland hevur tikið Lysytjansk verður mett, at russiski herurin fær møguleikan at troka seg longur inn í Donbas-økið, har Luhansk og Donetsk-landslutirnir liggja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald