Ein vápnahvíld millum Ukraina og Russland, uttan at Russland samstundis gevur Ukraina mist landaøki aftur, fer bert at leingja kríggið.
Tað sigur Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj við blaðið Wall Street Journal.
Ukrainski forsetin hevur áður sagt, at Ukraina ikki vil yvirgeva landaøki til Russland, eitt nú Krim-hálvoynna, sum Russland hersetti í 2014.
Ein vápnahvíld fer at geva Russlandi ein harðliga tiltrongdan steðg, sum gevur landinum møguleika at vápna seg av nýggjum, sigur hann.
Richard Moore, leiðari fyri bretsku fregnartænastuna MI6 metir, sambært Ritzau, at Russland komandi vikurnar fer at hava trupulleikar við at syrgja fyri manning og útgerð.
– Teir noyðast at taka ein steðg onkursvegna, og tað gevur ukrainum møguleika at sláa aftur, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald