Uttanlands

Zelenskyj: Eingin veit, hvat hendi

Eingin veit við vissu, hví ein rakett týsdagin rakti pólsku bygdina Przewodow, ásannar ukrainski forsetin

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2022-11-18 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá tíðindini bórust um, at ein rakett hevði rakt pólsku bygdina Przewodow, ið liggur umleið 12 kilometrar frá ukrainska markinum, vóru ukrainar skjótir at geva russum skyldina, men nú sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at eingin veit við vissu, hvat tað er, sum er hent.

M.a. Nato hevur sagt, at ongar ábendingar eru um, at rakettin varð skotin úr Russlandi, ella at talan skuldi vera um eitt tilvitað álop á Pólland. Fleiri lond hava eisini víst á, at rakettin kann stava frá ukrainsku loftverjuni, sum hevur til endamáls at verja móti russiskum rakettálopum.

Hóast Zelenskyj nú ásannar, at tey ikki heilt eru greið yvir, hvat er farið fram, sigur hann tó framvegis, at talan var um eina russiskt-framleidda rakett.

Ukrainar hava kravt atgongd til vanlukkustaðið, og hava tey eisini sóknast eftir prógvum fyri, at rakettin skuldi stava frá ukrainsku loftverjuni.

Ukrainskir serfrøðingar eru nú farnir til Póllands, har pólsk og amerikonsk kanningarfólk eru í ferð við at kanna staðið, sigur ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Dmytro Kuleba sambært DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder