Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, heitir nú á allan heim um at fara út á gøturnar og mótmæla móti Russlandi.
Tað ger hann í eini røðu, hann hevur lagt út á Facebook og aðrar sosialar miðlar..
Hann vísir í videofilminum á, at hetta ikki bert er eitt kríggj móti Ukraina.
- Komið út úr skrivstovum tykkara, komið út úr heimunum, komið úr skúlunum. Komið í friðarinnar navni við ukrainskum symbolum fyri at stuðla Ukraine og fyri at stuðla frælsi..., sigur Zelenskyj millum annað.
Í fleiri stórum býum, eitt nú Berlin New York og Paris hava verið mótmæli móti Russlandi.
Í dag er ein mánaður síðani at Russland byrjaði innrásina í Ukraina. Sambært ST eru nú 3,6 milliónir ukrainar flýddir úr landinum, nógv tey flestu, 2,14 milliónir til grannalandið Poland. 6,5 milliónir ukreinar eru rýmd úr heimum sínum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald