2022-03-23 17:33
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj fer fyrrapartin í morgin at tala fyri svenska tjóðartinginum, Riksdagen gjøgnum video.
Áður hevur hann vent sær beinleiðis til amerikonsku Kongressina og onnur tjóðarting í stórum evropeiskum londum, har hann hevur biðið um hjálp til at standa ímóti russisku innrásini.
– Eg kenni meg heiðraðan yvir, at ukrainski forsetin vil tosa við Riksdagen, sigur Andreas Norlén, tingformaður sambært Ritzau.
Røðan hjá Zelenskyj byrjar klokkan 9.55 føroyska tíð.
Væntað verður, at ukrainski forsetin fer at biðja um hernaðar- og materiellan stuðul til Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald