Mikudagin fer ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj at vitja grannalandið Pólland.
Tað boðar skrivstovan hjá pólska forsetanum frá sambært miðlinum Kyiv Independent.
Síðan kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar í fjør, hava nógvir ukrainar leitað sær friðskjól í Póllandi, og eftir ætlan skal Zelenskyj eisini hitta póllendingar og ukrainar, sum hava leitað sær friðskjól, í slotsgarðinum í Varsjava.
Tað er pólski forsetin, Andrzej Duda, sum bjóðar Zelenskyj til Póllands, skrivar Reuters.
Síðan kríggið byrjaði, hevur Zelenskyj verið á tveimum uttanlandsferðum. Í desember fór hann til Washington D.C. at hitta amerikanska forsetan, Joe Biden, og í februar vitjaði Zelenskyj í Stórabretlandi, Fraklandi og Belgia. Á veg heim frá báðum ferðum vitjaði hann eisini í Póllandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald