Uttanlands

Zelenskyj finst hvassliga at Amnesty

Amnesty hevur almannakunngjørt eina frágreiðing, har ukrainski herurin verður lagdur undir at seta sivilfólk í óneyðugan vanda – Stjórin fyri ukrainsku deildina hjá Amnesty hevur sagt seg úr starvi

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj finst hvassliga at Amnesty International (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj finst hvassliga at Amnesty International (Mynd: EPA)

2022-08-06 14:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í frágreiðing, sum altjóða mannarættindafelagsskapurin Amnesty International kunngjørdi herfyri, leggur felagsskapurin ukrainska herin undir at bróta altjóða mannarættindalóg – m.a. við at seta sivilfólk í óneyðugan vanda.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj finst hvassliga at Amnesty.

Zelenskyj sigur, at hetta er sonevnt "victim blaming" – tá offur av órøttum fáa ein part av skyldina fyri, tað sum er hent teimum.

– Ágangurin móti landi okkara er óprovokerað, viðfevndur og terroristiskur, sigur hann.

– Um onkur ger eina frágreiðing, har offrið og áleyparin verða javnsett á onkran hátt, kann tað ikki góðtakast.

Í frágreiðingini, sum Ritzau endurgevur, verður eisini skrivað, at ukrainska framferðin tó á ongan hátt rættvísger russisku álopini.

Í kjalarvørrinum á frágreiðingina hjá Amnesty International hevur stjórin fyri ukrainsku deildina, Oksana Pokalchuk eisini sagt seg úr starvi.

Sambært DR heldur hon ikki, at lurtað hevur verið eftir atfinningunum hjá ukrainsku deildini í sambandi við frágreiðingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder