Í farnu viku lótu fleiri enn 1.100 russisk herfólk lív í bardøgum kring ukrainska býin Bakhmut.
Tað segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í øllum førum í dagligu røðu sínari í gjárkvøldið.
Zelenskyj sigur eisini, at í minsta lagi 1.500 onnur russisk herfólk eru blivin so illa løstað at teir ikki kunnu halda fram á vígvøllinum, og at fleiri enn tíggju russiskar lóðurgoymslur eru brendar niður, umframt at onnur russisk útgerð er oyðiløgd.
Russiska verjumálaráðið boðaði eisini sunnudagin frá, sambært Reuters, at russar høvdu beint fyri fleiri enn 220 ukrainskum herfólkum seinasta samdøgrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald