Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, heitir á Hvítarussland um at halda seg úr krígnum millum Russland og Ukraina.
Tað gjørdi hann í einari røðu, sum varð stroymd sunnukvøldið.
Síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar, hava gitingar verið um, hvørt Hvítarussland fór at koma uppí kríggið og stríðast á russiskari síðu. Og seinastu vikuna hevur Hvítarussland økt um hernaðarliga virksemið nærindis ukrainska markið. Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur eisini lovað hvítarussarum rakettir, skrivar Ritzau.
Men í gjárkvøldið vendi Zelenskyj seg beinleiðis til hvítarussiska fólkið og segði, at Hvítarussland verður drigið meira inn í kríggið í Ukraina, og at russiska stjórnin longu hevur avgjørt alt fyri tey.
– Kreml (russiska forsetaborgin, red.) hevur longu avgjørt alt fyri tykkum. Tykkara lív hava ongan týdning fyri tey. Men tit eru ikki trælir og ikki kanónføði. Tit eiga ikki at doyggja. Og tit kunnu ikki lata nakran avgera, hvat síðani hendir, segði hann.
Hvítarussland er tó tætt knýtt at Russlandi, og Putin og hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko eru væl sambært russisku tíðindastovuni Tass. Russland hevur eisini fingið hjálp í Ukraina frá loysingarlandslutunum Donetsk og Luhansk, sum saman verður nevnt Donbas-økið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald