Uttanlands

Zelenskyj: Hetta er krígsbrotsverk

Ukarinski forsetin fordømir russisku bumbingina av einum barnasjúkrahúsi í Mariupol

Loftmyndir vísa oyðileggingarnar í ukrainska býnum Mariupol (Mynd: EPA)

Loftmyndir vísa oyðileggingarnar í ukrainska býnum Mariupol (Mynd: EPA)

2022-03-10 07:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Bumbingin av einum barnasjúkrahúsi er endaliga prógvi fyri, at tað er eitt fólkadráp á ukrainar, sum gongur fyri seg.

Soleiðis segði ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskylj í gjár, tá hann fordømdi álopið á eitt sjúkrahús í havnarbýnum Mariupol. Álopið hendi mikudagin, skrivar The Guardian.

Fyribils tølini siga, at minst 17 fólk fingu skaða í bumbuálopinum, sigur guvernørurin í økinum, sambært Reuters tíðindastovuni.

Forsetin kallar bumbuálopið fyri eitt ‘krígsbrotsverk’, skrivar AFP tíðindastovan.

- Vit hava ikki gjørt nakað, sum líkist, og vildu aldri gjørt slík krígsbrotsverk... tí vit eru menniskju. Men ert tú tað?, spyr Zelenskyj Russland.

Ukraina ákærir Russland fyri at hava bumbað sjúkrahúsið, meðan Russland sýtir fyri at hava skotið móti sivilfólki, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder