Uttanlands

Zelenskyj hevði flagg av hermótinum við sum gávu

Ukrainski forsetin helt røðu í amerikansku kongressini í gjárkvøldið – hetta er fyrsta uttanlandsferð hansara síðan kríggið byrjaði

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-12-22 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, hevði eina gávu við, tá hann í gjárkvøldið helt røðu í amerikansku kongressini. Eitt stórt ukrainska flagg frá hermótinum í eysturukrainska býnum, Bakhmut, sum forsetin dagin fyri hevði fingið frá einum bólki av ukrainskum hermonnum.

- Teir bóðu meg taka hetta flaggið við til tykkara, til amerikansku kongressina, til limirnar í umboðsmannatinginum og senatorarnar, hvørs avgerðir kunnu bjarga milliónir av fóllkum. So takið hesar avgerðir, bað Zelenskyj um av røðarapallinum, tá hann rætti flaggið við undirskriftunum hjá hermonnunum til amerikanska varaforsetan, Kamala Harris og forkvinnuna fyri umboðsmannatingið, Nancy Pelosi.

[object Object](Mynd: EPA)

Ein íløga í heimsins trygd

Í síni røðu takkaði Zelenskyj amerikanska fólkinum fyri stuðulin til ukrainska stríðið móti Russlandi, sum í ár hevur verið upp móti 50 milliardum dollarum.

- Tykkara pengar eru ikki vælgerð. Tað er ein íløga í alheims trygd og fólkaræði, segði Zelenskyj.

Fyrr um dagin vitjaði Zelenskyj amerikanska forsetan, Joe Biden, í Hvítu Húsununum. Tá forsetarnir heilsaðust, tóku teir ikki bara lógvatak, men Biden legði armin um herðarnar á Zelensky og fevndi hann.

Henda heilsanin er eitt tekin til Putin um, at Ukraina kann rokna við framhaldandi stuðli, bæði hernaðarligum, peningaligum og politiskum úr USA, heldur Steffen Kretz, USA-journalistur hjá DR

[object Object]
(Mynd: EPA)

Til reiðar at stuðla

Undan fundinum hevði amerikanska stjórnin boðað frá, at hon er til reiðar við hernaðarligum stuðuli fyri umleið 14 milliardir dollarar. Millum annað eisini eina framkomna Patriot-loftverju.

Vitjanin er tann fyrsta hjá ukrainska forsetanum uttanlands síðan kríggið byrjaði 24. februar.

Sambært Volodymyr Zelenskyj fer Ukraina ikki at slaka í stríðnum ella geva seg yvir til Russlands.

- Komandi ár verður eitt vegamót, eri eg vísur í. Ukrainskt dirvi og amerikanskt støðufesti fer at tryggja framtíðina fyri okkara felags frælsi, segði Zelenskyj millum annað av røðarapallinum í kongressini, skrivar Danmarks Radio. 

[object Object]
(Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder