Uttanlands

Zelenskyj hevur koyrt tvey fólk í ukrainsku trygdartænastuni

Svik og samstarv við Russland er orsøkin til, at leiðaran av loyniligu tænastuni SBU, Ivan Bakanov, og ríkisadvokaturin Iryna Venediktova hava mist starvið

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur, at fleiri mál eru komin undan kavi, sum vísa, at fólk hjá Bakonov og Venediktova hava samstarvað við Russland, og tað setur sprunartekin við leiðsluna hjá teimum (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur, at fleiri mál eru komin undan kavi, sum vísa, at fólk hjá Bakonov og Venediktova hava samstarvað við Russland, og tað setur sprunartekin við leiðsluna hjá teimum (Mynd: EPA)

2022-07-18 08:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur koyrt tveir persónar í ukrainski trygdartænastuni.

Talan er um leiðaran av loyniligu tænastuni SBU, Ivan Bakanov, og ríkisadvokatin Iryna Venediktova.

Í fráboðanini um hetta verður ikki greitt frá, hví hesi eru koyrd, men Zelenskyj sigur á sosiala miðlinum Telegram, at svik og samstarv við fígginda er ein partur av frágreiðingini.

Hann sigur, at fleiri mál eru komin undan kavi, sum vísa, at fólk hjá Bakonov og Venediktova hava samstarvað við Russland. Talan er um 651 mál um svik og samstarv við Russland.

Yvir 60 starvsfólk í hesum tænastunum arbeiða nú fyri Russland í økjum, sum Russland hevur hersett, og slík brotsverk móti sjálvt grundarlagnum fyri landsins trygd setur spurnartekin við leiðsluna hjá teimum, sigur Zelenskyj sambært Ritzau.

Ein avloysari verður nevndur fyri Venediktova, men einki verður sagt um, hvør skal avloysa Bakanov, sum hevur verið góður vinmaður hjá ukrainska forsetanum, síðan hann var ein kendur skemtari í Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder