2022-05-30 09:38
Í gjár vitjaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj økið kring næststørsta býin í Ukraina, Kharkiv. Hetta er fyrsta almenna ferð hansara úr ukrainska høvuðsstaðnum, síðan kríggið byrjaði 24. februar.
Zelenskyj hevur m.a. vitjað frontlinjurnar kring býin, fyri at takka herfólkið fyri teirra arbeiði. Eisini hevur hann vitjað sjálvt býin, har hann hevur hugt at skaðum eftir russiskum álopum.
Sambært DR verður upplýst, at russarar framvegis hava valdið í 31 prosent av Kharkiv-økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald