Uttanlands

Zelenskyj hitti stjórnarleiðararnar í teimum stóru norðurlondunum

Grønland, Áland og Føroyar vóru ikki umboðað á norðurlendska toppfundinum við ukrainska forsetan í Tingvøllum í gjár

Norðurlendsku forsætisráðharrarnir og ukrainski forsetin. Frá vinstru Petteri Orpo, Finnland, Mette Frederiksen, Danmark, Ulf Kristerson, Svøríki, Volodymyr Zelinskyj, Bjarni Benediktsson, Ísland og Jonas Gahr Støre, Noreg (Mynd: Morgunblaðið)

Norðurlendsku forsætisráðharrarnir og ukrainski forsetin. Frá vinstru Petteri Orpo, Finnland, Mette Frederiksen, Danmark, Ulf Kristerson, Svøríki, Volodymyr Zelinskyj, Bjarni Benediktsson, Ísland og Jonas Gahr Støre, Noreg (Mynd: Morgunblaðið)

2024-10-29 09:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj sigur, at hann hevur eina sigursætlan klára, sum skal trýsta Russland til frið. Í sambandi við norðurlendska-ukrainska toppfundin á Tingvøllum í Íslandi í gjár segði hann eisini herðir álopini á land hansara.

Zelenskyj nýtti høvi til at takka forsætisráðharrunum í teimum fimm norðurlondunum fyri stuðulin, tey hava latið Ukraina.

[object Object]Bara fløggini hjá teimum stóru norðurlondunum veittraðu saman við ukrainska flagginum á Tingvøllum í gjár (Mynd: Morgunblaðið)

Forsetin greiddi frá ætlanini hjá Ukraina at trýsta Russland, og nevndi í hesum sambandi eisini, at tað frættist nógv valstíðindi um hesa ætlan.

- Nógvir misvísandi boðskapir koma út, ikki bert úr Russlandi, men eisini frá samstarvslondum, sum aftra seg við at seta strong tiltøk í verk móti russlandi. Nøkur av teimum kalla ætlanina fyri óveruliga, men talan er bara um ótta fyri Russlandi, segði Zelenskyj.

Norðurkoreansk luttøka - ein herðing av krígnum 

Á tíðindafundinum á Tingvøllum varð Zelenskyj eisini spurdur um norðurkoreansku hermenninar, sum skulu vera komnir til hermóti at hjálpa til í krígnum.

Ukrainski forsetin váttaði, at tað sambært ukreinskum fregnarupplýsingum eru umleið 3.000 hermenn úr Norðurkorea. Hann staðfesti, at her er talan um ein  herðing av krígnum, skrivar finska kringvarpið, Yle.

Volodymyr Zelenskyj kom til Íslands í gjár. Hann er boðin av Norðurlandaráðnum. Í dag skal hann halda røðu í sambandi við at Norðurlandaráðið verður sett í Reykjavík. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder