Uttanlands

Zelenskyj: Hundraðtals krígsbrotsverk framd í Kherson

Líkini av bæði sivilfólki og herfólki eru funnin í økinum, sum russiski herurin tók seg úr í farnu viku, sigur ukrainski forsetin

Ukrainsk herfólk í Kherson (Mynd: EPA)

Ukrainsk herfólk í Kherson (Mynd: EPA)

2022-11-14 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainsk kanningarfólk hava avdúkað yvir 400 krígsbrotsverk í Kherson-økinum, sum inntil fyri fáum døgum síðani var hersett av Russlandi, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

Hann sigur, at líkini av bæði sivilfólki og herfólki eru funnin í økinum.

Tað var í farnu viku, at Russland tók herdeildir sínar úr Kherson, og Zelenskyj leggur afturat, at "lóg og ordan nú er aftur" í økinum.

Stutt eftir, at kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar, eydnaðist tað russiska herinum at taka Kherson, sum liggur í Suðurukraina.

Í oktober boðaði russiski forsetin, Vladimir Putin frá, at Kherson, eins og fleiri aðrir ukrainskir landslutir, sum Russland hevði hersett, var ein partur av russiska samveldinum. Men í farnu viku mátti russiski herurin rýma úr økinum.

Sambært BBC hava ukrainsku myndugleikarnir lýst útfaringarbann í Kherson um næturnar. Hetta er galdandi frá klokkan 17 seinnapartin til klokkan átta á morgni. Ferðsla inn og úr Kherson er eisini avmarkað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder