Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj vil ikki halda val í Ukraina, eftir at fyrrverandi ukrainski verjumálaráðharrin, Mikhailo Fedorov hevur kravt júst tað.
– Eg haldi, at í einum slíkum kríggi, er stórur vandi við at halda val. Eitt val beint nú hevði verið ein flóðalda fyri landið, sum fer at klíva tjóðina í tvey, sigur ukrainski forsetin á tíðindafundi í dag sambært Ritzau.
Sambært ukrainskari lóggávu er ikki møguligt at hava val, meðan landið er í kríggi, men Russland eigur ikki at kunna halda fólkaræðið sum gísla, segði fyrrverandi ukrainski verjumálaráðharrin í vikuni.
Sambært Fedorov noyðast ukrainar at finna eina lógliga og trygga skipan, sum gevur teimum møguleika at gjøgnumføra eitt val undir einum langum kríggi.
Les eisini: Frákoyrdi verjumálaráðharrin krevur val í Ukraina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald