2024-10-28 09:30

Týsdagin luttekur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Reykjavík.
Tað skrivar heimasíðan hjá Norðurlandaráðnum.
Zelenskyj skal vera gestarøðari og fundast við norðurlendsku forsætisráðharrarnar. Eisini verður felags tíðindafundur í sambandi við setanina.
– Arbeiðið fyri fólkaræði, rættarsamfelagi og mannarættindum er ein týðandi partur av altjóða langtíðarætlanunum hjá Norðurlandaráðnum, og tær fevna eisini um ein sterkan stuðul til Ukraina, sigur Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum sambært heimasíðuni norden.org.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald