Uttanlands

Zelenskyj og Trump í orðadrátti fyri opnari mikrofon

Ukrainski forsetin var komin til Washington at fundast við Trump um friðaravtalu, men tað bleiv av ongum

Donald Trump og varaforseti hansara, J.D. Vance eru nú fyri hørðum atfinningum fyri

Donald Trump og varaforseti hansara, J.D. Vance eru nú fyri hørðum atfinningum fyri "áleypandi atburð" undir fundinum í Hvítu Húsunum (Mynd: EPA)

2025-02-28 22:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eina løtu fyrr í kvøld var rættiliga dramatiskt á ovalu skrivstovuni í Hvítu húsunum. Ukrainski forsetin, Volodomy Zelenskyj var á vitjan hjá Donaldi Trump, amerikonskum forseta, og tað endaði í orðradrátti fyri opnari mikrofon.

Fundur skuldi annars vera millum teir báðar um friðaravtalu, men tað eydnaðist so ikki í fyrsta umfari. Og tað langt frá.

Amerikansk varaforsetin, J.D. Vance ákærdi Zelenskyj fyri at ikki vísa virðing, og Donald Trump segði, frammanfyri rullandi upptøkutólunum, at hann “setur tingini uppá spæl fyri 3. heimsbardaga”.

Í kvøld eru nógvir evropearar forfardir, og nógvir viðmerkjarar vísa á, at ein avtala um frið millum Russland og Ukraina við USA tykjist ósannlík. Sum heild verður stúrt fyri framhaldandi samstarvininum millum USA og Evropa.

Amerikanski forsetin verður skýrdur at vera bæði barnsligur og harðrendur, og evropeiskir leiðarar tykjast taka frástøðu - ella vísa Ukraina sín stuðul. Millum annað løgmaður Aksel V. Johannesen og landsstýrið á sosialu miðlunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder