Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur fleiri ferðir roynt at fingið ein friðarfund við russiska starvsbróðir sínum, Vladimir Putin, men hetta hevur ikki eydnast.
Russland tykist ikki at vera til reiðar til at taka eitt álvarsligt prát um frið, sigur hann.
Zelenskyj sigur, at har eru evni at umrøða við Putin, og hóast ukrainar ikki eru ídnir eftir at tosa við russiska leiðaran, er neyðugt at ásanna tann veruleikan, sum tey liva í.
– Hvat vilja vit hava burturúr einum slíkum fundi? Vit vilja hava okkara lív aftur. Vit vilja endurvinna eitt sjálvstøðugt land við sínum egna landaøki, sigur Zelenskyj.
Seinast russarar og ukrainar høvdu ein sonevndan friðarfund var 29. mars. Sambandið helt fram eina løtu eftir hetta, men nú siga báðir partar, at samskiftið er steðgað.
Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku forsetaskrivstovuni sigur, at tað eru ukrainar, sum hava skyldina fyri, at samráðingarnar slitnaðu.
– Ukrianska leiðslan kemur áhaldandi við mótsigandi útmeldingum. Tað ger, at vit ikki heilt kunnu skilja, hvat ukrainska síðan ynskir, sigur hann sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald