Eftir at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur koyrt leiðaran í loyniligu ukrainsku trygdartænastuni SBU, Ivan Bakanov, hevur hann sett 39 ára gamla Vasyl Malyuk í starv sum virkandi trygdarstjóra.
Tað var sunnudagin, at Zelenskyj boðaði frá, at hann hevði koyrt Bakanov og ríkisadvokatin Iryna Venediktova úr starvi.
Grundgevingin er, at fleiri mál eru komin undan kavi, sum vísa, at fólk hjá Bakonov og Venediktova hava samstarvað við Russland. Talan er um 651 mál um svik og samstarv við Russland.
Bakanov hevur verið góður vinmaður hjá ukrainska forsetanum, síðan hann var ein kendur skemtari í Ukraina, og ukrainskir miðlar skriva, sambært Ritzau, at veruliga orsøkin til, at Bakanov varð koyrdur úr starvi var væntandi royndir í trygdartænastuni, har hann ikki hevði nógvan autoritet.
Áðrenn Zelenskyj gjørdist forseti var Bakanov leiðari av einari sjónvarpsstøð, og Zelenskyj hevur fyrr verið fyri atfinningum fyri at hava sett vinfólk og óroyndar kenningar í týdningarmikil álitisstørv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald