Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur, at ukrainar gera alt fyri at skaða fígginda teirra, og er hann sannførdur um, at Ukraina fer at vinna kríggið móti Russlandi, sum nú er farið inn í sætta mánað.
– Vit fara at vinna. Vit hoyra tað í samrøðum teirra allatíðina, tí tað er tað, sum teir siga við teirra avvarðandi, tá tey ringja heim til Russlands, sigur Zelenskyj sambært Reuters.
Eisini sigur Zelenskyj, at Ukraina hevur eina týðandi viku fyri framman, við einum nýggjum halgidegi, sum verður 28. juli, og sum skal hátíðarhalda ukrainskt sjálvræði. Halgidagurin varð samtyktur í august í fjør.
Hann sigur, at hóast Ukraina er mitt í einum kríggi, verður dagurin hátíðarhildin, tí "ukrainar lata seg ikki kúga".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald