Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, takkaði í dagligu røðu síni í gjárkvøldið Danmark fyri at vera komin við í “stríðsvagnasamgonguna”.
Hetta framgongur av røðuni, sum liggur tøk á heimasíðuni hjá forsetanum.
Hann nevnir í røðuni fundin, sum hann hevði við donsku forsætisráðkvinnuna, Mette Frederiksen, í gjár.
- Eg takki sjálvandi Danmark fyri hernaðarliga stuðulin, fyri at betra okkara skotstyrki og fyri at vera við í stríðsvagnasamgonguni, verður sagt í røðuni.
Ritzau tíðindastovan skrivar í morgun, at tað er óvist júst hvat Zelenskyj meinar við.
Forsetin segði í farnu viku, at tað vóru sera góð tíðindi fyri Ukraina, at tað nú finst ein “stríðsvagnasamgonga”. Her sipaði hann til avgerðina hjá fleiri vestanlondum um at stuðla Ukraina við stríðsvognum.
Jakob Ellemann-Jensen, danski verjumálaráðharrin, hevur fleiri ferðir sagt, at Danmark ikki hevur nóg mikið av stríðsvagnum til at lata Ukraine burturav.
Hinvegin hevur Danmark umhugsað møguleikan at senda nakrar manningavognar av slagnum Piranha.
Kortini nevndi Zelenskyj í gjár møguleikan fyri, at Danmark kundi stuðla við stríðsvagnum.
- Vit hava tosað um stríðsvagnar í dag. Eg kann ikki koma nærri inn á avtaluna, men trúgvi, at vit fáa stuðul, segði hann á tíðindafundinum saman danska stjórnarleiðaranum.
Mette Frederiksen takkaði flennandi ukrainska forsetanum, og vísti á, at Danmark frá byrjan hevur sagt, at landið fer at geva Ukraina neyðugan stuðul.
- Sjálvandi hava vit tosað um stríðsvagnar, segði hon.
- Vit hava latið skotskipanir, men tað er eisini brúk fyri stríðsvagnum. Tað hevur fylt nógv í okkara samrøðum í dag, segði hon.
Danmark eigur 44 Leopard 2- stríðsvagnar. 14 av teimum eru í løtuni í Estlandi, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald