Alt fleiri lond bjóða seg nú til at senda stríðsvognar til Ukraina. Í gjárkvøldið boðaði amerikanski forsetin, Joe Biden, frá, at landið fer at senda 31 nýggjar Abrams-stríðsvagnar til krígsherjaða landið, tá teir eru klárir.
Tað var ein takksamur ukreinskur forseti, sum tosaði til tjóðina í nátt.
- Hetta er eitt stórt stig hjá USA. Eg takki persónliga Biden forseta, kongressina og eg takki amerikansku familjuna fyri stuðulin, ið kemur frá amerikansku leiðsluni, segði Volodymyr Zelenskyj í nátt.
Sambært Biden gongur tað nakrir mánaðir innan stríðsvognarnir eru klárir at senda avstað. Teir skulu framleiðast fyrst, skrivar dr.dk.
Eftir amerikansku fráboðanina í gjárkvøldið, segði ukreinski verjumálaráðharrin við CNN, at stríðsflogfør eru næst á ynskilistanum.
- Eg sendi jólamanninum ein ynskilista í fjør, og stríðsflogfør vóru við á listanum. Vit mugu steingja okkara loftrúm fyri at kunna verja tað. Tað hevur hægstu raðfesting, segði verjumálaráðharrin, Oleksij Rezikov við CNN.
Í røðu síni takkaði Zelenskyj eisini týska kanslaranum, Olaf Scholz, fyri týsku avgerðina um at senda 14 Leopard 2-stríðsvognar til Ukraina.
- Eg takki kanslaranum og øllum týskum politikarum fyri teirra vilja at styrkja evropeisku verjuna, segði hann í røðuni.
Nú snýr tað seg um, hvussu skjótt stríðsvagnarnir kunnu takast í brúk, og hvussu nógvir veruliga verða sendir okkum, legði hann afturat.
- Vit vilja skapa ein neva av stríðsvognum. Ein frælsisneva, ið ikki loyvir harðræði at koma fyri seg aftur, segði hann.
Tað eru stríðsvognar av hesum slag, sum Biden hevur játtað at senda til Ukraina (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald