Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur tosað við stjóran í Altjóða Gjaldoyragrunnin um fíggjarliga støðufestið í Ukraina og enduruppbyggingina av landinum eftir kríggið.
Tað boðaði hann sjálvur frá á sosiala miðlinum Twitter í gjár.
– Vit hava nú greiðar ætlanir, umframt eina visión um framtíðarútlit. Eg eri vísur í, at samstarvið millum Altjóða Gjaldoyragrunnin og Ukraina fer at geva úrslit, sigur hann millum annað.
Kristalina Georgieva, stjóri í Altjóða Gjaldoyragrunninum váttar eisini hetta á Twitter, har hon takkar Zelensky fyri eina góða samrøðu.
Ukrainski forsætisráðharrin Denys Shmyhal segði í farnu viku, at hann fór at luttaka í fundum hjá Altjóða Gjaldoyragrunninum og Heimsbankanum, og tíðindastovan Reuters boðar eisini frá, at Ukraina hevur biðið G7-londini um 50 milliardir dollarar í fíggjarligum stuðli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald