Ukraina skal hava nýggjan verjumálaráðharra.Tað boðaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj frá sunnukvøldið.
Ætlanin er, at núverandi verjumálaráðharrin, Oleksij Reznikov verður skiftur út við Rustem Umerov. Forsetin fer at heita á tjóðartingið um at góðkenna útskiftingina í vikuni, og væntandi ferð ein meiriluti at stuðla Zelenskyj í hesum.
Reznikov hevur verið gjøgnum fleiri enn 550 dagar við kríggi, og hevur verjumálaráðið tørv á nýggjum tilgongdum, sigur Zelenskyj m.a.
Sambært Ritzau er talan um størstu broyting í ukrainsku verjuleiðsluni, síðan Russland gjørdi innrás í februar 2022. Reznikov hevur verið verjumálaráðharri síðan november 2021.
Rustem Umerov stendur í dag á odda fyri størsta privatiseringsgrunninum í Ukraina, og eisini hevur hann áður sitið í tjóðartinginum. Hann var eisini ein av samráðingarmonnunum, sum fundaðist við Russland um eina møguliga vápnahvíld og friðaravtalu, stutt eftir, at kríggið byrjaði. Í fjør var hann eisini við til at fáa í lag avtaluna um útflutning av ukrainskum korni umvegis Svartahavið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald