Uttanlands

Zelenskyj: Ukraina fangað tveir norðurkoreanskar hermenn

Ukraina er sinnað at leyslata teir, um Norðurkorea fær Russland at leyslata ukrainskar fangar afturfyri, sigur ukrainski forsetin

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-01-13 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj vil býta um krígsfangar við Norðurkorea.

Leygardagin boðaði Zelenskyj frá, at ukrainskar herdeildir høvdu tikið tveir norðurkoreanskar hermenn til fanga í russiska Kursk-landslutinum, har norðurkoreanarar stríðast saman við russum. Teir vórðu særdir og hava fingið neyðuga hjálp í Kyiv, segði ukrainski forsetin. Hesi tíðindi eru tó ikki váttað av óheftum keldum, skrivar Ritzau.

Ukraina er sinnað at loyva teimum norðurkoreansku herfólkunum at sleppa heimaftur, um Norðurkorea kann syrgja fyri, at Russland fer at leyslata ukrainskar krígsfangar, sigur Zelenskyj, sum leggur afturat, at tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn tað eydnast ukrainum at fáa fatur á fleiri norðurkoreanarum.

Mett verður, at umleið 11.000 norðurkoreanarar stríðast í Kursk. Tey fyrstu herfólkini úr Norðurkorea komu til Russlands í heyst, og sambært suðurkoreanskum upplýsingum hava í minsta lagi 300 latið lív, meðan 2.700 eru særd, skrivar Kyiv Independent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder