Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj vísir aftur, at Ukraina skal hava staðið aftanfyri álopið á Nord Stream-leiðingina í Eystrasalti í september 2022.
Tað gjørdi hann á tíðindafundi sunnudagin, eftir at ákærar í Týsklandi í juli boðaðu frá, at álopið varð framt eftir boðum frá ukrainska statinum.
Hetta er ein ákæra, sum kann fáa ávirkan á sambandið millum Ukraina og týðandi hernaðarstuðlar.
– Ukraina hevur ikki alment luttikið í nøkrum átaki, sum hevur samband við spreingingarnar á Nord Stream, sigur Zelenskyj sambært Ritzau.
Ukrainski forsetin leggur afturat, at týskarar eru púra greiðir yvir, at Ukraina ikki hevur framt ella lagt spreingingina til rættis, og at Ukraina stuðlar Týsklandi við kanningunum av málinum, sum hann vónir ikki fara at ávirka sambandið millum londini.
– Tað er sera umráðandi fyri okkum, at vit ikki missa okkara samstarv, at vit ikki missa álitið hjá evropeisku londunum, sum hava hjálpt Ukraina, síðan hetta kríggið byrjaði, sigur Zelenskyj.
Tveir ukrainar eru í løtuni varðhaldsfongslaðir í málinum um Nord Stream.
Les eisini: Enn ein ukraini handtikin fyri Nord Stream-yvirgangin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald