Í røðu síni í nátt bar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fram eina tøkk til tey, sum við “reystmannadirvi standa ímóti” í býnum Bakhmut á ukrainska eysturmótinum.
Sambært Zelenskyj gerst støðan í býnum, har tað einafarð búðu 70.000 fólk, “truplari og truplari”, tí Russland hesa seinastu tíðina hevur hert sínar royndir at fáa tamarhald á býnum.
- Fíggindin oyðileggur støðugt alt, ið kann brúkast til at verja okkara støðu, segði forsetin í síni røðu í nátt.
Bakhmut liggur í Donbas-landslutinum har eysturin í Ukraina, og hevur í fleiri mánaðir verið miðdepil fyri ógvusligt stríð millum russiskar og ukrainskar herdeildir. Fleiri túsund herfólk eru deyð og býurin liggur í skeljasori.
Talið á deyðum hevur verið so stórt, at býurin verður róptur “kjøtkvørn Putins”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald