Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, kannar møguleikarnar fyri at hava forsetaval í Ukraina næsta ár, hóast landið er í undantaksstøðu orsakað av krígnum.
Tá landið er í undantaksstøðu, eru øll val í roynd og veru avlýst, men tað verður kortini kannað, um tað ber til at hava val á vári 2024, sigur ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Dmytro Kuleba sambært Reuters.
Kuleba sigur, at Zelenskyj umhugsar fyrimunir og vansar við at hava forsetaval næsta ár, men Kuleba ávarar um, at tað kann vera torført at hava val, nú nógvir ukrainar eru farnir av landinum og nógvir stríðast á vígvøllinum, umframt at Russland hevur hersett fleiri øki. Eisini verður stúrt fyri, at valstøð verða mál fyri russisk dronu- ella rakettálop.
Tjóðartingsval átti at verið í Ukraina í oktober, og næsta forsetavalið eigur at verða í mars 2024.
Sambært Zelenskyj, má tjóðartingið broyta lógina, um skipast skal fyri vali, meðan landið er í undantaksstøðu, og brúk verður eisini fyri hjálp úr útlondum til fígging og til at finna eina loysn, so ukrainar, sum eru farnir av landinum, kunnu atkvøða. Um seks milliónir ukrainar eru farnir av landinum og búgva nú aðrastaðni í Evropa.
Verður forsetaval, ætlar Zelenskyj sær at stilla uppaftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald