Uttanlands

Zelenskyj: Vænti at síggja týðandi úrslit komandi vikuna

Sunnudagin tosaði ukrainski forsetin í telefon við bæði amerikanska Joe Biden, turkiska Recep Tayyip Erdogan og franska Emmanuel Macron

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Savnsmynd)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Savnsmynd)

2022-12-12 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár tosaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í telefon við fleiri heimsleiðarar.

M.a. tosaði hann við forsetan í USA, Joe Biden, sum gjørdi honum greitt, at tað er ein raðfesting hjá USA at styrkja ukrainsku loftverjuna, og tað verður gjørt við at raðfesta ta hjálpina, sum USA letur ukrainum.

Eisini tosaði Zelenskyj við Recep Tayyip Erdogan og Emmanuel Macron, forsetar í ávikavíst Turkalandi og Fraklandi.

M.a. tosaði hann við Erdogan um at tryggja ukrainskan kornútflutning, og tosaði hann við Macron um bæði verju, orku, og búskap, sigur hann.

Skrivstovan hjá Erdogan upplýsir, at turkiski forsetin eisini tosaði við russiska forsetan, Vladimir Putin í gjár. Í hesum sambandi kom Erdogan við áheitan um at fáa ein skjótan enda á krígnum.

Ukrainski forsetin sigur, at Ukraina áhaldandi samstarvar við partamenn sínar, og væntar hann nøkur týðandi úrslit komandi vikuna. Hvørji úrslit talan er um, sigur hann einki um.

Zelenskyj hevur havt óteljandi samrøður við Biden, Erdogan og Macron, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar, men kortini er tað sjáldsamt, at so nógvar samrøður verða gjørdar sama dag, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder